* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skip royndi at flýggja undan svensku myndugleikunum

Eitt eldri svenskt ferðamannaskip, ið var góðkent til at sigla í skergarðinum, rýmdi úr havnini í Karlskrona hóast siglingarforboð. Skipið er selt til ein afrikana, ið er undir illgruna fyri mannasmugling. Nú eru afrikanskir myndugleikar á veg til Svøríkis.

Ferðamannaskipið Saga Lejon frá 1969 hevði tænt sín leiklut sum skergarðsferja á eystursvensku strondini og varð herfyri seld til ein ónavngivnan afrikanskan keypara, sum sambært Svenska Dagbladet er undir illgruna fyri mannasmugling.

Á veg út á opið hav varð skipið í síðstu viku steðgað av svensku sjóverjuni og fekk boð um at fylgja við inn til Karlskrona, tí skipið bert hevði loyvi at sigla í skergarðinum.

Skipið var í millumbilinum vorðið umskrásett og sigldi undir Togo-flaggi og varð um vikuskiftið kannað av svenska flutningsstýrinum, ið gav siglingarforboð til skipið, tí stýrið skuldi hava stundir at kanna loyvisskjølini.

Men eftir at eftirlitsmaðurin hjá flutningsstýrinum var farin í land aftur, rýmdi manningin avstað við skipinum.

Tað varð tó skjótt funnið aftur og enn einaferð tikið av sjóverjuni, sum hesaferð fór inn til til Ystad við skipinum, har tað framvegis liggur.

Nú eru umboð fyri myndugleikarnar í Togo á veg til Svøríkis at kanna málið.

Ætlanin er, at skipið skal brúkast til frítíðarendamál í vesturafrikanska landinum..

Kelda: Blekinge Läns Tidende.