* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
\"Seyðaskipið\" liggur koppað.

Skip við 14.000 seyðum koppað í Rumenia

Farmaskipið, Queen Hind, er koppað í Rumenia við 14.000 seyðum umborð. Bjargingarlið arbeiða við at bjarga seyðinum.

 

Øll manningin, sum er úr Sýria, er bjargað. Ein av manningini er kortini fluttur á sjúkrahús við hypotermi (niðurkøldur). Hann datt á sjógv, men var skjótt bjargaður uppaftur úr kalda svartahavs-sjónum.

 

Við í bjargingini eru sløkkiliðsfólk, løgregla og rumenska vaktar- og bjargingartænastan.

 

32 seyðir eru bjargaðir livandi úr sjónum, men nógvur seyður er druknaður.

 

- Vit hava bjargað nøkrum seyðum úr sjónum í kvøld, segði talskvinnan hjá bjargingarliðunum, Stoica Anamaria, við BBC í gjárkvøldið.

 

Mánanáttina var onki bjargingaarbeiði, men tað verður tikið uppaftur í lýsingini í morgun.

 

Enn er ógreitt, hví skipið koppaði. Tað kanningararbeiðið byrjar, tá bjargingin av seyðinum og skipinum er av, upplýsa myndugleikarnir í Rumenia.

 

Kelda: BBC