
Farmaskipi Lady Zehma, sum hevur 3.000 tons av ukrainskum korni í lastini, strandaði hóskvøldið í Bosporussundinum.
At skipið strandaði førdi við sær, at Bosporussundið varð stongt nakrar tímar, men seinni var skipið togað leyst, og liggur nú fyri akker.
Ein feilur við róðrinum verður hildið at vera orsøkin til, at Lady Zehma strandaði.
Farmaskipið er eitt av fleiri farmaskipum, sum seinastu tíðina eru farin úr Ukraina við korni, eftir avtaluna millum Ukraina og Russland um fría sigling millum minuøkini, sum báðir partar hava lagt út í Svartahavinum.
Avtalan varð gjørd við hjálp frá Turkalandi og ST.
Kelda: Maritime Executive / Maritimedanmark
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=SMm7Lz0IQrQ]
Upptøkur frá Bosporussundinum.