* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skip, við vandamiklum góðsi, sokkið út fyri Hong Kong

Hitt 190 metur langa skipið "Trans Summer" sakk fyrr í vikuni út fyri Hong Kong. Hetta hendi, eftir at skipið rendi seg í eina melduródn. Í lastini var nikkulmálmur, sum verður rópt fyri heimsins vandamiklasta flytigóðs.

"Trans Summer" sakk mikudagin, umleið 45 míl í ein útsynning-vestan úr Hong Kong, í ódnarveðri við upp til 15 metur høgari aldu og kolandi stormi. Øll manningin varð bjargað av eini bjargingartyrlu.

Hetta er ikki fyrsta skipsvanlukkan av sínum slag har í økinum. Í tíðarskeiðnum oktober 2010 til desember 2011 eru fýra onnur skip, ið fluttu flótandi nikkulmálm, sokkin, og 66 sjófólk eru deyð.

Orsøkin sigst vera, at ov nógv væta broytir málmin til móru líknandi evni, ið skjýtur seg í lastini á skipunum.

Fyrr í ár sakk skipið "Harita Bauxit" á sama hátt út fyri "Kap Balinao" í Suðurkinesiska Havinum, við 47.450 tonsum av nikkul málmi. Manningin taldi 24 og 15 doyðu.

"Intercargo", ið umboðar 160 reiðarí, hevur tí givið nikkulmálmi heitið, "heimsins vandamiklasta flytigóðs".

Ásbjørn Jacobsen/antares.fo