* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skipaferðsla kann hjálpa ES til vøkstur

Skipaferðslan kann sum vinnugrein vera við til at skapa vøkstur í ES, eftir fleiri ár við búskaparligari kreppu. Hetta krevur, at ES í størri mun viðurkennir vakstrarmøguleikan og velur alheims loysnir framum økis loysnir. Tað vísir ein nýggj frágreiðing frá danska reiðarafelagnum.

”Heimurin verður í stóran mun bundin saman av evropeiskum reiðaríum, ið skapa vøkstur og menning í heimshøpi og tryggja ein alheims samhandil, sum fer at koma øllum til góðar.Bara danska skipaferðslan stendur fyri 10 prosentum av heimshandlinum, og donsk reiðarí ganga undan í altjóða høpi, tá tað kemur til góðsku og ábyrgdarkenslu. Vit hava brúk fyri einum sterkum ES, sum skilur týdningin av fríhandli og ávirkanina av ES-lóggávuni og sum í heila takið skilur, at skipaferðslan er ein týdningarmikil táttur hjá ES, í dag og í framtíðini,” sigur stjórin í danska reiðarafelagnum, Anne H. Steffensen.

Danska og evropeiska skipaferðslan hevur ovurhonds stóran týdning fyri handil, vøkstur og arbeiðspláss í ES. Bara í Danmark eru upp ímóti 100.000 fólk í starvi í Det Blå Danmark, meðan 590.000 persónar í Evropa arbeiða fyri skipaferðsluna. Í Danmark veita reiðaríini størsta einstaka ískoytið til donsku gjaldsjavnvágina, seinast meira enn 200 miljardir krónur í  2013.

Møguleikin hjá skipaferðsluni fyri at skapa vøkstur í ES er sera nógv tengd at, at ES ger fleiri fríhandilsavtalur, heldur aftur við økis serlóggávu, ið skaðar alheims kappingarevnini, og nógv betur gagnnýtir sína stødd og altjóða støðu til at loysa avbjóðingar sum eitt nú sjórán og umhvørvis- og veðurlagstrupulleikar.

Soleiðis ljóðar høvuðsboðskapurin í frágreiðingini ”From Stem to Stern: Danish Shipowners’ Recommendations to the EU”, sum danska reiðarafelagið júst hevur almannakunngjørt.

Tríggjar av heimsins fimm størstu sjóferðslutjóðum eru úr ES: Grikkaland, Danmark og Týskland, í nevndu raðfylgju. Størsta sjóferðslutjóðin í Evropa er Norra, sum ikki er limur í ES.

Kelda: Danmarks Rederiforening