* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skipaferðsla: Semja um veðurlagsavtalu

Eftir drúgvar samráðingar í ST-felagsskapinum, IMO, eru 173 lond vorðin samd um at avmarka CO2-útlátið í alheims skipaferðsluni.

Tey 173 londini eru samd um at avmarkað CO2-útlátið við í minsta lagi 50 prosentum áðrenn 2050.

 

- Eg fegnist um, at IMO her hevur víst styrki. Fyri veðurlagið og skipaferðsluna hevur tað stóran týdning, at IMO er við í royndini at loysa veðurlags-avbjóðingarnar, sum vórðu skrivaðar í París-avtaluna, sigur ráðharrin í arbeiðaramálum, Brian Mikkelsen.

 

Útrokningar vísa, at alheims skipaferðslan stendur fyri 3 prosentum av øllum CO2-útláti. Tað er tað sama sum alt CO2-útlátið í Týsklandi í eitt ár.

 

Umboð fyri Greenpeace halda, at tað hevur havt neiliga ávirkan á IMO-samráðingarnar í London seinastu dagarnar, at umboð fyri ymisk reiðaravirki hava verið ráðgevar hjá fundarluttakarunum.

 

- Tað er ein trupulleiki, at umboð fyri reiðararnar beinleiðis eru við í samráðingunum. Tá kemur klutur í áhugamálini hjá pørtunum, heldur Greenpece.

 

DR skrivar, at avtalan í London millum annað ber í sær, at endaligu tiltøkini og endaliga ætlanin ikki skal samtykkjast fyrr enn í 2023.

 

Lond sum Saudiarabia, USA, Brasilia og ymisk triðjalond hava arbeitt ímóti eini veruligari CO2-ætlan.

 

Kelda: DR