* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Altjóða skipaferðslan er sum heild komin aftur á tað stigið, sum hon var á, áðrenn koronukreppuna. Allir trupulleikar eru sjálvandi ikki loystir, men sum heild gongur væl. Tað vísa tøl hjá Clarksons Research, sum kannar handilin í altjóða farmavinnuna.

 

- Framgongdin í farmavinnuni hevur verið stór, á nøkrum økjum óvanliga stór, sigur Steve Gordon, forstjóri í Clarksons Research við Tradewinds.

 

Í mai í fjør, altso í 2020, fall altjóða farmahandilin við 12 prosentum. Longu seinasta ársfjórðingin í 2020 minkaði hallið til 2 prosent, og fyrsta ársfjórðing í 2021 var vend komin í, tí tá var talan um eina øking upp á 1 prosent sæð í mun til sama ársfjórðing í 2020, tað var áðrenn Covid-19 av álvara fór at gera um seg.

 

Serliga ovfarin er vinnan av bingjuferðsluni. Longu um heystið í fjør kom vend í júst tann marknaðin, og í dag eru inntøkurnar í hesi vinnuni met høgar.

 

Kelda: Tradewinds / Maritimedanmark