* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tilvildarliga val mynd.

Skiparán: Í ferð við at missa tamarhaldið

Reiðaríini gera alt tað, tey eru ment at verja seg, tá siglt verður í ótrygga sjóøkinum vestanfyri Afrika. Men nú eru vit komin til markið, hvat gerast kann, sigur felagið “Donsk Reiðaravirki” í einari viðmerking til álopið á eitt norskt skip leygardagin – og ránið av bæði skipara og átta av manningini.

 

Sjófólkini av Filipsoyggjum, sum vóru umborð á skipinum, Bonita, hjá norska reiðarínum, JJ Ugland, eru verri enn so tey fyrstu, sum eru rænd av skipum í Guineavíkini. Tað hava 29 sjófólk upplivað fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár, og tað ger økið til heimsins vandamiklasta.

 

“Limir okkara gera, hvat teir kunnu at verja seg, tá teir sigla í ótryggum sjóøki vestanfyri Afrika, men nú eru vit komin til markið, hvat vit kunnu gera sjálvi. Og ránið í vikuskiftinum vísir tíverri heilt greitt, at vit hava ikki tamarhald á støðuni. Tí er tað týdningarmikið, at vesturafrikonsk lond – saman við alheims samfelagnum, gera nakað munagott fyri at bøta um trygdina í økinum,” sigur Maria Skipper Schwenn, stjóri fyri trygd, umhvørvi og sjóvinnugransking í Donskum Reiðaravirkjum.

 

Sambært seinastu ársfjórðings-frágreiðingini frá International Maritime Bureau, IMB, eru 86 prosent av alheims ránunum og 82 prosent av samlaðu gíslatøkunum skrásett í júst hesum økinum.

 

Norska skipið varð álopið leygarmorgunin, tá tað lá fyri akkeri í Guineavíkini umleið 15 kilometrar uttanfyri strondina í Benin.

 

Donsk reiðarí hava umleið 10 prosent av sínum arbeiði í Afrika.

 

Kelda: Danske Rederier/Maritime Danmark.