* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skipari á bingjuskipi í vanda fyri at gjalda milliónabót fyri mistar bingjur

Avstralskir myndugleikar síggja ógvuliga álvarsliga uppá eina hending, tá fleiri bingjur fóru fyri borð av “APL England”.

 

Skiparin á 5.510 teu stóra bingjuskipinum, APL England, sum fyri tveimum vikum síðan misti einar 50 bingjru í havið sunnanfyri Sydney í Avstralia, er nú í vanda fyri at fáa eina bót uppá 300.000 avstralskar dollarar, tað er 1,376 milliónir krónur.

 

Sambært avstralskum sjóvinnumyndugleikum, AMSA, hava skuldsetingarnar samband við dálking og/ella skaða á avstraslka havumhvørvið. Og orsøkin er vánaligt arbeiði við lastini.

 

- Hendan og eisini aðrar hendingar minna okkum á, at skipsførarar á skipum eiga ein stóran leiklut í at tryggja, at tey skip, sum sigla í okkara høvum, verð førd trygd og at tey ikki løsta okkara havumhvørvi, sigur rakstrarstjórin í AMSA, Allan Schwartz í einum tíðindaskrivi.

 

Skuldsetingarnar móti skipsføraranum koma eftir, at AMSA í næstseinastu viku kravdi APL eftir einari trygd uppá 22 milliónir avstralskar dollarar (101 millión krónur).

 

Skipsførarin skal fyri rættin í Brisbane 12. juni.

 

Kelda: Søfart