* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Carola Rackete, sum var skipari á Sea Watch 3, varð handtikin í Italia í juni 2019.

Ein ungur kvinnuligur skipari úr Týsklandi, sum noktaði at gera eftir boðum frá italsku myndugleikunum og sigldi í havn við einum flóttafólkaskipi, sleppur undan revsing.

 

31 ára gamla, Carola Rackete, var skipari á bjargingarskipinum, Sea Watch 3, tá hon varð handtikin í Porto Empedocle í Italia summarið 2019.

 

Nú hevur ein rættur í Italia slept ákærunum móti týska skiparanum.

 

Hon gjørdi ímóti boðunum frá italsku myndugleikunum og sigldi skipið, Sea Watch 3, sum var fullsett við flóttafólkum, inn í havnina á italsku oynni, Lampedusa. Hetta var í juni í 2019.

 

Tá hevði Sea Watch 3 ligið á havinum í tvær vikur við 41 flóttafólkum umborð.

 

Tá skipið kom í havn, fór løgverjan umborð og handtók Carolu Rackete. Sína varð hon ákærd fyri at hava gjørt ímóti boðunum frá italsku myndugleikunum.

 

Nú hevur ein italskur rættur so gjørt av at sleppa ákærunum ímóti Carolu Racketa.

 

Kelda: Søfart



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=FYDTdxoNlso]
Samrøða, sum varð gjørd við Carolu Rackete, áðrenn italski rætturin slepti ákærunum móti henni.