* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skipari einsamallur á tangaskipi í eitt ár

Ein indiskur skipari hevur í meira enn eitt ár verið einsamallur á einum tangaskipi, ið hevur ligið fyri akkeri fimm fjórðingar út fyri Sameindu Arabisku Emiratunum. Eigarin av skipinum gavst við at reka tangaskipið, tá bæði høvuðsmaskina og generatorurin brotnaðu - men skiparin vildi ikki fara av skipinum.

27-ára gamli Nirmal Singh Rawat fekk lovaða eina mánaðarløn upp á 2.000 dollarar, tá hann yvirtók leiðsluna á skipinum stutt undan óhappinum. Hann fann tó skjótt út av, at manningin upp á 8 mans onga løn hevði fingið seinastu 17 mánaðirnar, og hann fekk heldur ikki sjálvur lovaðu lønina.

Meðan manningin gavst við at fáa tað, teir áttu til góðar og fór heim, varð skiparin verandi umborð og bíðaði. Tað gjørdist eitt langt ár uttan streym og við lítið av mati og vatni.

Í síðstu viku slitnaði ein av akkersketunum hjá skipinum orsakað av rusti, og skiparin varð fluttur í land og settur umborð á eitt flogfar til India. Framvegis uttan løn.´

Niðanfyri kanst tú síggja eina samrøðu við indiska skiparan.

Kelda: Gulfnews