* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Stena Edda.

Skiparin á einum bretskum farmaskipi fær nú 50.000 krónur í bót, fyri at hann í mars í ár sigldi skip sítt beint út fyri eina ferju við meira enn 500 fólkum umborð. Bara ein skjótur og hegnisligur atburður hjá skiparanum á ferjuni forðaði fyri samanstoyti.

 

Bæði skipini vóru stødd út fyri Belfast, tá farmaskipið, Scot Leader, stýrdi beint ímóti einum samanstoyi við ferjuna, Stena Edda.

 

Í staðin fyri at snara í bakborð, sum góður sjómansskapur krevur, koyrdi skiparin á Scot Leader í staðin meira ferð á farmaskipið. Tá gjørdist støðan so vandamikil, at manningin á Stena Edda í skundi noyddist at snara hart í stýriborð fyri at sleppa undan samanstoyti.

 

Ein rættur í Southampton hevur nú dømt 64 ára gamla skiparan í farmaskipinum eina bót upp á 6.384 pund fyri at hava sett annara manna lív í lívsvanda við síni framferð og ábyrgdarhavari á brúnni.

 

Kelda: BBC / Maririkedanmark