* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Pólski skiparin á Maersk Launceston, sum í farnu viku stoytti saman við ein grikskan minusópara, er latin leysur eftir handtøkuna fríggjadagin. Griksku myndugleikarnir halda fram at kanna samanstoytin, sum hendi 27. oktober út fyri Piræus.

 

Griksku myndugleikarnir hava biðið um, at 4.405 teu stóri Maersk Launceston verður í økinum, so leingi kanningarnar halda fram. Týska umboðsstovan, JT Essberger, metir, at pólski skiparin bara er  latin leysur fyribils. Skiparin er skuldsettur fyri grovt ósketni í sambandi við samanstoytin, tá tveir av manningini á minsóparanum vórðu løstaðir.

 

- Ímeðan ítøkiligu umstøðurnar kring samanstoytin eru ógreiðar, fara JT Essberger og skiparin framvegis at bjóða seg fram at samstarva við kanningarfólkini. Felagið veitir eisini framvegis skiparanum løgfrøðiliga hjálp, upplýsir JT Essberger sambært Tradewinds.

 

Minusóparin fekk stóran skaða, meðan bingjuskipið bara fekk smærri snuddir í samanstoytinum, og kann sum einki sigla, upplýsir JT Essberger.

 

Maersk Launceston var á veg út úr havini í Piræus við kós móti Canakkale í Turkalandi, tá tað stoytti saman við grikska minusóparan, sum hevði eina manning upp á 27 umborð.

 

Royndir vísa, at hvørki umborð á bingjuskipinum ella á minusóparanum var nakar ávirkaður av alkoholi.

 

Kelda: TradeWinds / Maritimedanmark