* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 
Italska løgreglan helt beinanvegin skipinum aftur, tá tað kom til Genoa.

Skipari horvin av MCS-skipi

Ein 54-ára gamal skipari á bingjuskipinum MSC Giannina hvarv, tá skipið var á veg úr Gioia Tauro í Suðuritalia til Genoa. Manningin varnaðist, at skiparin var burtur, tá skipið var statt millum Elba og Korsika og boðaði løgregluni frá.

Tá skipið kom til Genoa varð tað beinanvegin hildið aftur og løgreglan fór undir at avhoyra ukrainsku manningina á tí 2.000 TEU stóra skipinum. 

Hvør maður varð avhoyrdur í fleiri tímar, men ongin teirra kundi geva brúkiligar upplýsingar um hvørvingina hjá ukrainska skiparanum.

Teir kundu heldur ikki nágreiniliga staðfesta, nær skiparin hvarv. Nakrir av manningini halda, at hann hvarv stutt eftir, at teir vóru farnir úr Gioia Tauro hósdagin kl. 18, meðan aðrir halda, at tað hendi um náttina.

54-ára gamli skiparin varð seinast sæddur uttan fyri kahútt sína, har ongi tekin vóru um nakað óvanligt, tá løgreglan kom umborð. Manningin lýsir skiparan sum “róligan” og eftir øllum at døma uttan persónligar trupulleikar, ið kundu eggjað til sjálvmorð.

Kelda: Liguria Notizie