* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ferðavinnubáturin, sum sakk á Donau-ánni eftir samanstoyt við eitt norskt reikferðaskip.

Skipari skuldsettur eftir at 28 fólk doyðu á Donau

Eftir samanstoyt á Donau eru 28 fólk deyð. Skiparin á norska “Viking Sigyn” er handtikin. Vanlukkan rakti, stutt áðrenn dópin av nýggjasta skipi teirra “Viking Jupiter.

 

Bara sjey fólk av íalt 35, sum vóru umborð á “Hableany” vóru bjargað, sigur NRK. Lítli ferðavinnubáturin rendi í nógvum regni saman við norska reikferðaskipið “Viking Sigyn” undir væl umtóktu Margaretbrúnni á Donau-ánni mikukvøldið í farnu viku.

 

Ungarnska løgreglan upplýsir, at skiparin á “Viking Sigyn” er handtikin og skuldsettur eftir samanstoytin, sum bar í sær, at ferðavinnubáturin holvdist og sakk. Løgreglan meinar, at skiparin tók avgerðir áðrenn samanstoytin, sum førdu til vanlukkuna.

 

Kelda: Skipsrevyen