* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Exxon Valdes strandað á einum rivi í Prins Villiam Sund í Kanada.

Joseph Jeffrey Hazelwood, skipsførari á Exxon Valdes, táð skipið fór á land í Alaska í 1989, er deypur, váttar bCaptain. Hann var 75 ára gamal.

 

Exxon Valdes hevði meira enn 1,2 milliardir tunnur av olju, tá tað strandaði á Bligh-rivinum í Prins Wiliam-sundinum, nærindis Valdez í Alaska 24. mars í 1989. Mett verður, at umleið 11 milliónir gallons luku á sjógv og dálkaði eitt strandarøki upp á meira enn túsund fjórðingar av strandaøki, og úrslitið var vanlukkuligt fyri bæði fiska- og fuglalívið í økinum.

 

Oljudálkingin, sum hevur verið ein hin ringasta í amerikonsku søguni, fekk beinanvegin amerikonsku kongressina at samtykkja Oljudálkingar Samtyktina frá 1990 (OPA).

 

Joseph Jeffrey Hazelwood, skipari, sum varð ákærdur fyri at hava verið ávirkaður av rúsdrekka, meðan hann sigldi skipið gjøgnum vandamikið øki, varð púrasta fríkendur fyri hesar ákærur. Hinvegin varð hann dømdur sekur fyri óansni í sambandi við, at olja skuldi tømast úr skipinum. Í hesum sambandi varð hann dømdur 50.000 US-dollarar í bót og 1.000 tímar samfelagstænastu.

 

Hann misti rættin at føra skip í styttri tíð, men hann fór ongantíð útaftur at sigla.

 

Hann var 75 ára gamal, nú hann doyði.

 

Kelda: gCaptain



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=Ovd7Zlni_Og]
Samrøða við skiparan á Exxon Valdes um sjálva vanlukkuna.