* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Wakashio strandaði nær Mauritius í juli 2020.

Eftir at hava fingið dóm verða skiparin og yvirstýrimaðurin á Wakashio, sum strandaði við Mauritius í 2020, væntandi latnir leysir úr varðhaldinum á Mauritius.

 

Eftir at hava sitið fongslaður í 16 mánaðir, verður Sunil Kumar Nandeshwar, skipari, saman við yvirstýrimanninum, latin leysur, so hann aftur kann vera saman við familju síni í India.

 

Teir vórðu báðir dømdir 20 mánaðar fongsulsrevsing mánadagin í sambandi við at stóra skipið, MV Wakashio strandaði hin 25. juli í 2020.

 

Dómarin, Ida Dookhy, tók tað við í endaligu avgerðina, at skiparin hevur viðgingið seg sekan. Teir báðir, skiparin og yvirstýrimaðurin, fingu sama dóm.

 

Dómarin vísti á, at vanlukkan hendi orsakað av vánaligari navigasjón blandað við ósketni. Hon segði millum annað, at skiparin valdi at sigla nærri Mauritius enn ætlað fyri at fáa telefonsamband. Og tað gjørdi skiparin, hóast hann ikki hevði neyðugu sjókortini at sigla so nær landi.

 

Kelda: gCaptain