* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skiparin varð fyrst róstur, síðani koyrdur og snýttur

Fyrst varð russiski skiparin á farmaskipinum Rix Partner róstur av reiðara sínum, so varð hann koyrdur og tá ITF-eftirlitsmaðurin Peter Hansen hugdi nærri at setanarviðurskiftunum hjá skiparanum, vísti tað seg, at hann hevði fingið ov lítla hýru. 

Tað skuldi havt verið ein vanligur túrur inn í havnina í Vordingborg at lasta korn fyri skiparan á farmaskipinum Rix Partner. Men so varð ikki.

Tá hann skuldi leggja at í havnini í síðstu viku, misti hann tamarhaldið á skipinum, sum varð tikið av hørðum hvirlum og endaði við at fara á land.

Men út á seinnapartin eydnaðist manningini at fáa skipið av aftur við egnari megi, og teir kundu leggja at bryggju í Vordingborg eitt hálvt samdøgur seinkaðir.

Her tóku umboð fyri lettlendska reiðaríið Rix Shipmanagement ímóti teimum. Reiðaríið var takksamt fyri, at skiparin við góðum sjómansskapi hevði handfarið støðuna fyrimyndarliga við væleydnaðu sjálvbjargingini.

Nøgdsemið hjá reiðarínum mann tó hava verið avmarkað, tí fáar tímar seinni var skiparin koyrdur.

Í millumbilinum var ITF-eftirlitsmaðurin Peter Hansen eisini komin umborð í Vordingborg, og tann nú uppsagdi skiparin bað um hjálp til at tryggja, at hann fekk tað, sum hann átti til góðar í hýru, við sær av skipinum.

“Tá eg fór ígjøgnum pappírini gjørdist eg ovfarin av, at hýrusáttmálin hjá skiparanum ásetti eina mánaðarhýru í evrum, meðan altjóða avtalaða - og av ITF góðkenda - lønin er í US dollarum,” sigur ITF-eftirlitsmaðurin Peter Hansen og heldur fram:

“Og tølini samsvaraðu als ikki. Hvat lønini hjá skiparanum viðvíkti, var talan um dupulta bókføring. Í roynd og veru snýtti reiðaríið hann fyri tað, ið svarar til 5.000 kr. um mánaðin”.

Umboðið fyri reiðaríið visti helst um hetta, tí hann hevði nógmikið av pengum uppi á sær til at kunna rinda skiparanum tað, teir skyldaðu honum.

Reiðaríið Rix Shipmanagement í Riga eigur sambært upplýsingum á altjóða skipalistum tilsamans 14 skip, sum øll eru av somu stødd sum Rix Partner upp á uml. 3.700 tdv. ella eitt sindur minni.

Meginparturin av flotanum hjá lettlendska reiðarínum verður rikin av Baltic Shipping Company í Hundested. Flotayvirlitið hjá Baltic Shipping Company umfatar 12 skip, sum lettlendska reiðaríið eigur.

Kelda: CO-Søfart