* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skipasmiðja í Flensborg missir seinasta ordran

Franska reiðaríið, Brittany Ferries, noktar at taka í móti ropax-ferjuni, Honfleur, sum er nógv seinkað. Ferjan skuldi vera liðug seinasta summar, men hon verður ikki liðug fyrr enn í fyrsta lagi um 11 til 12 mánaðir.

 

Ferjan var seinasti ordrin í ordrabókini hjá Flensborg-skipasmiðju. Skipasmiðjan stendur sostatt við tómari ordrabók og einari ferju, sum ikki er liðugt smíðað.

 

Sostatt veksur trýstið á skipasmiðjuna, sum frammanundan er í fíggjarligari kreppu.

 

Í fjør fór skipasmiðjan, sum er størsta arbeiðsplássið í Flensborg, í gjaldsteðg, og hevur biðið um hjálp eftir týsku reglunum um húsagang.

 

Í farnu viku boðaði leiðslan á skipasmiðjuni frá, at hon samráðist við russiska, Pella Sietas-skipasmiðjuna í Hamburg, um at yvirtaka Flensborg-skipasmiðjuna.

 

Í seinastu viku misti skipasmiðjan næstseinasta ordran, eina ropax-ferju upp á 67.300 GT, sum skuldi handast í september. Irish Continental Group avlýsti ordran uppá ferjuna, tí felagið hevur mist álitið á skipsamiðjuna.

 

Kelda: Maritimedanmark