* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Skipasmiðja hjá Hyundai Heavy Industries í Suðurkorea.

Skipasmiðjurnar í stóra skipasmiðjulandinum boða frá vánaligari úrslitum orsakað av høga prísinum á stáli. Tað skrivar tíðindastovan, Yonhap.

 

Tað er fyrst og fremst kostnaðurin á einari týdningarmiklari rávøru, sum rakar skipasmiðjurnar, ið eru millum heimsins størstu, teirra millum Samsung Heavvy Industries, Daewoo Shipbuilding & Marine Engineering (DSME) og Hyundai Heavy Industries.

 

- Ein hækking í rávørukostnaðinum, serliga á stálplátum, fer at taka ein part av avlopunum hjá skipasmiðjunum 2. ársfjórðing, sigur greinarin, Chung Dong-ik, í KB Securities við Yonhap.

 

Kostnaðurin á stálplátum til skip frá størstu veitarunum er hækkaður við 1.000 dollarum fyri tonsið, og tað er ein fleirfalding samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

 

KSOE, sum stendur handan fleiri av stóru Hyandai-skipasmiðjurnar, hevur higartil í ár fingið bíleggingar fyri í alt 15,2 milliardir dollarar. Men hesar bíleggingar ávirka ikki úrslitið fyrr enn um hálvtannað ár, tá skipini eru liðugt smíðað.

 

Kelda: Shippingwatch