* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sniðið á nýggju ferðafólkaskipunum, sum skulu sigla fram við norsku strondini.

Skipasmiðjur valdar til fýra nýggj ferðafólkaskip

“Havila Kystruten” hevur gjørt av, at ein sponsk skipasmiðja og ein ein turkisk skipasmiðja skulu smíða fýra spildurnýggj ferðafólkaskip fyri reiðaríið. Skipini eru grundað á innanhýsis knowhow.

 

Tað verður turkiska skipasmiðan, Tersan Shipyard, og spanska skipasmiðjan, Hijos De J. Barreras, sum skulu smíða tey fýra skipini, sum Havila skal brúka frá 2021. Havila skal brúka skipini í strandasiglingini frá Bergen og upp til Kirkenes, sum liggur nærindis russiska markið. Hetta er sama leið, sum Hurtigrutan siglir,  og Hurtigrutan rekur eisini hini sjey skipini, sum sigla hesa rutuna.

 

Báðar skipasmiðjurnar, sum Havila hevur valt at smíða nýggju skipini, hava royndir við at smíða ferjur. Turkiska skipasmiðjan hevur smíða ferjur til Noregs, og spanska skipasmiðjan hevur smíða nakrar stórar ro/pax-ferjur til sponsku reiðaríini, Armas og Balearia.

 

Nýggja felagið, Havila Kystruten AS, er partur av stóra frálandsreiðarínum, Havila Shipping, sum millum annað eigur skipasmiðjur- og skipasniðgevingarbólkin, Havyard.

 

Tað er eisini Havyard Design & Solutions, ið skal levera sniðgevingina og stórar pakkar við útgerð til tey fýra ferðafólkaskipini.

 

Skipini verða útgjørd við ravlaðspakkum uppá 6 MWh í kombinasjón við singlefuel LNG-drivnað maskinu.

 

Skipini verða 125 metrar long og hava pláss fyri 700 ferðafólkum.

 

Kelda: Søfart