* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fyri fyrstu ferð í 25 ár verður ein sonevndur \"mega verksmiðjutrolari\" smíðaður. Hann verður yvir 108 metrar langur.

Skipasniðgevi við nýggjum sniði til ovurstóran trolara

25 ár eru liðin, síðan ein nýggjur ovurstórur verksmiðjutrolarið varð smíðaður. Nú skulu sjey slíkir verksmiðjutrolarar smíðast í Turkalandi og Russlandi.

 

Tað er stóra norska teknistovan, Skipsteknisk, sum hevur sniðgivið nýggju verksmiðjutrolararnar. Á “Skipsteknisk” eru tey serfrøðingar í at sniðgeva skip.

 

- Jú, talan er um eitt stórt skip, og hetta er ein verkætlan, sum vit hava arbeitt við í hálvttriðja ár, sigur Inge Bertil Straume, sølustjóri á fiskiskipdeildini í Skipsteknisk við tíðindamiðilin, Skipsrevyen.

 

Russiska reiðaríið, Vostokrybprom LLC, sum rekur fiskiskap heilt har eysturi í Russlandi, letur stóru verksmiðjutrolararnar byggja.

 

Trolararnir hava fingið týpuheitið ST-192. Teir vera 108,2 metrar langir og 21 metrar breiðir. Teir fara at kunna fiska 400 tons av upsa og 250 tons av sild um dagin, og teir fara hava eina frystiorku uppá 300 tons um dagin.

 

Samlaða frystiorkan verður 4000m3 og fiskamjølspakasiteturin verður uppá 1000 m3.

 

- Hetta fyrsta skipið, sum verður smíðað á Tersan-skipasmiðjuni, er altso tað fyrsta av sjey. Skipið skal eftir ætlan handast eigarunum í juli 2020. Tey næstu seks skipini skulu smíðast og handast næstu trý árini.

 

Kelda: Skipsrevyen