* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skipavinnuni tørvar sniðgevarar

Teknarar og verkfrøðingar eru ein trotvøra hjá mongum skipafyritøkum, ið søkja fólk til at sniðgeva nýggj skip. Vinnan er í vøkstri, men útboðið av arbeiðsmegi kann ikki fylgja við eftirspurninginum. Fleiri eru undir útbúgving, men tað gongur ikki nóg skjótt.

Den maritime branche mangler designere

”Hetta er ein vinna í vøkstri, og vit uppliva tað sum ein vaksandi trupulleika, at okkara limafyritøkur vanta arbeiðsmegi. Í dag fara arbeiðini til útlendingar, og í ringasta føri noyðast fyritøkurnar at flyta til lond, har vælútbúnu fakfólkini eru”, sigur Jenny Braat, ið er stjóri í vinnufelagsskapinum Danske Maritime.

Odense Maritime Technology, OMT, er ein av fyritøkunum, ið tørva fólk. Tveir mans stovnaðu fyritøkuna, eftir at Mærsk niðurlegði Lindø-skipasmiðjuna, og í dag hava teir 150 fólk í starvi. Vøksturin hevur havt við sær stóran eftirspurning eftir nýggjum meðarbeiðarum.

”Vit kunnu sniðgeva skip, og hópin av arbeiðsplássum er í hesum”, sigur Torben Andersen stjóri í Odense Maritime Technology, har tey hava sett nógvar teknarar í starv, sum fyrr arbeiddu á Lindø skipasmiðjuni.

Hjá SH Group í Svendborg søkja tey eisini alla tíðina eftir nýggjum meðarbeiðarum. Fyritøkan er eftir átta árum vaksin úr 75 til 150 starvsfólk, og tørvur er á bæði navigatørum, handverkarum og verkfrøðingum í skipavinnuni.

Syddansk Universitet setti herfyri eina nýggja skipsverkfrøðingaútbúgving á stovn. Útbúgvingin byrjar eftir summarfrítíðina. Her kann tildømis ein maskinmeistari gerast kandidatur í maritimari teknologi. Danska Maritime heilsar nýggju útbúgvingin vælkomnari.

”Vit vóna, at mong fara at søkja inn, so møguleikar verða fyri at fáa nóg nógvar meðarbeiðarar til vinnuna”, sigur Jenny Braat í Danske Maritime.

Kelda: DR Fyn