
Skipsføraraútbúgving í Skagen góðkend
Skiparaskúlin í Skagen hevur nú fingið endaliga góðkenning at útbúgva skipsførarar og kann nú kalla seg Navigatiónsskúla. Góðkenningin kom eftir drúgva tilgongd og eitt væleydnað royndarár í 2016.
”Hetta er fyrstu ferð í søguni, at vit hava ein navigatiónsskúla í Norðurjútlandi, og sostatt er eitt vegamót í maritima Danmark veruleiki”, skrivar skúlin í eini fráboðan.
”Vit eru stolt av, at skipsføraraútbúgvingin nú er veruleiki, og vit kunnu í Norðurjútlandi nú bjóða allar navigatørútbúgvingar til handils- og fiskiskip. Nevndin og leiðslan fyri Skagen Skipperskole leggur stóran dent á tann veruleika, at við skipsføraraútbúgvingini økist dygdin og virðingin fyri øllum útbúgvingunum á Skagen Skipperskole”, verður lagt aftrat.
Íløtuni ganga 26 lesandi á útbúgvingini til skipsførara á skúlanum. Skagen Skipperskole er longu í gongd við at taka nýggjar næmingar inn til útbúgvingina, ið byrjar í januar 2018.
Skipsføraraútbúgvingin verður fyrireikað í tøttum samstarvi við MARTEC í Frederikshavn.
Kelda: maritimedanmark.dk