* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Opec væntar, at eftirspurningurin eftir olju verður størri enn útboðið við einum miðal upp á 1,4 milliónir tunnur um dagin samanborið við forsøgnina upp á 1,2 milliónir tunnur um dagin í apríl mánað. Tað eru góð tíðindi fyri tangamarknaðin.

 

Hóast útlit eru til størri framleiðslu frá juli, metir Felagsskapurin fyri Oljuútflytaralond, Opec, at økt trýst verður á heimsins ráoljugoymslur í 2021.

 

Tað skrivar Bloomberg News, sum vísir til innanhýsis skjøl hjá teknisku nevndini hjá Opec áðrenn Opec-fundin í dag.

 

Opec heldur fast við forsøgnina fyri alheims vøksturin í oljueftirspurninginum upp á 6 milliónir tunnur um dagin.

 

Forsagnirnar vísa stórt trýst á goymslurnar upp á meira enn 2 milliónir tunnur um dagin í tíðini frá september til og við desember í ár, og roknað verður við einum trýsti upp á 2,6 milliónir tunnur um dagin í november.

 

Í frágreiðingini sæst eisini, at góðir møguleikar eru hjá Opec at økja framleiðsluna uppaftur meira seinni í ár.

 

Kelda: Shippingwatch