* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skøtan úti í Grøv

Fyrr í vár samtykti býráðið í Klaksvík at skipa størra hylin úti í Grøv soleiðis, at fiskar kundu vera í honum. Girðingar eru gjørdar um hylin, og bláur dúkur er lagdur á botnin, so fiskurin sæst betur. Pumpa er løgd út á sjógv.

Í fyrstu syftu eru fiskarnir, sum Sjómannadagurin hevði í sínum kørum, sleptir út í hylin. Ætlanin er at fáa nakað av fiski afturat.

Tað er áhugavert at síggja, hvussu fiskurin skipar seg í torvur, nú tað er munandi rúmligari.

Ein stór, vøkur og myndugleikakend skøta svam rættiliga víða kring um í hylinum og kom heilt uppundir vatnskorpuna at vísa seg.

Hjaltur Poulsen, sum er ein av monnunum, ið hevur víst fiskunum stóran áhuga og hevur verið við til at útvega fiskin til Sjómannadagin, visti at siga, at rognkelsi hevði gýtt í kørunum á Varpabrúnni.

Eftir ætlan verða fiskarnir í stóra hylinum úti í Grøv til endan av september mánaða. Tí ber til hjá fólki eina tíð framyvir at kunna seg við fiskin, eins og barnagarðar, skúlar, stovnar og virki kunnu tað.

Fleiri myndir

Kelda: klaksvik.fo