Britisk og skotsk flagg - Det britiske og det skotske flagget veier enn så lenge på hver sin flaggstang utenfor det skotske parlamentet i Edinburgh. - Foto: Russell Cheyne /



QUEBEC-SCOTLAND/ To match Insight QUEBEC-SCOTLAND/ - Skotte med tydelig beskjed. Han vil stemme over en skotsk løsrivelse fra Storbritannia. Det får han sjansen til å gjøre snart. Dette bildet er fra i fjor. - Foto: DAVID MOIR / Reuters

Í eini meingakanning í blaðnum Scotland on Sunday fær tjóðskaparflokkurin undirtøku frá 39 prosentum av veljarunum, meðan 42 prosent framvegis vilja vera saman við Bretlandi. Hetta eru fýra prosent færri enn fyri eini viku síðani. Meiningakanningarnar benda á, at ein meiriluti av skotum fer at atkvøða nei til loysing, men seinastu tíðina hava viðhaldsfólkini minkað um munin aftur, skrivar Reuters.

Skotland og Ongland hava verið saman síðani 1707.

Angus Robertson og skotski tjóðskaparflokkurin arbeiða nú miðvíst við at sannføra tey 15 til 20 prosentini, sum ikki hava tikið støðu, um at atkvøða ja til loysing.

Hann droymir um eitt sjálvstøðugt Skotland, sum aftur verður partur av heiminum, og ikki verður stýrt úr London, samstundis sum hetta skal styrkja um støðuna hjá norðurlondum.

– Skotland er nógv meiri áhugað í at samstarva við norðurlond enn Bretland er, staðfestir hann.

Kelda: NRK