* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skotar byggja nýtt uppsjóvarskip í Skagen

Karstensens skipasmiðjan í Skagen hevur gjørt sáttmála við Lunar Fishing í Peterhead í Skottlandi um at byggja ein 80 metrar langan uppsjóvartrolara. Trolarin, ið er mettur at kosta stívliga 200 miljónir krónur, skal latast eigarunum í januar 2020.

Skipið, Lunar Bow, er fimti trolarin, sum Lunar Fishing byggir á Karstensens skipasmiðjuni. 

”Tríggir teirra eru latnir seinastu trý árini”, sigur Knud Degn Karstensen, stjóri, við Maritime Danmark.

”So teir munnu vera vælnøgdir”, leggur hann aftrat.

Karstensens skipasmiðjan hevur av álvara fingið vind í seglini og hevði í fjør ein umsetning upp á 1,2 mia. kr. og eitt úrslit upp á 19,5 mio. kr. 

Ordrabókin er so full, at nýggir sáttmálar í fyrsta lagi kunnu avgreiðast í 2020.

Karstensens skipasmiðjan er 90 ára gomul og var ein familjufyritøka til 2003, tá Knud Degn Karstensen fór undir eitt ættarliðsskifti við at selja 35 pst. av partabrøvunum til fimm leiðandi meðarbeiðarar, men hann eigur framvegis meirilutin gjøgnum holdingfelagið KDK Holding.

Kelda: maritimedanmark.dk