* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Seinasta skotið Eysturoyarmegin í Eysturoyartunlinum varð í dag latið av.

Skotið ígjøgnum á Rókini

Seinasta skotið Eysturoyarmegin í Eysturoyartunlinum varð í gjár, mikudagin, latið av við buldur og braki. Nógv fólk vóru til hesa fagnaðarløtu og eisini hoyrdist gleðirómurin, tá skotið varð fyri seinastu ferð. 

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, var eisini við til hesa stóru løtu saman við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, Jóhannus Danielsen, borgarstjóra í Nes kommunu og Artur Johansen, borgarstjóra í Sjóvar kommunu. Teir tríggir borgarstjórarnir trýstu á knøttin, ið leysgav seinastu spreinging, og Heðin Mortensen, landsstýrismaður, rópti eitt trífalt hurrá, tí nú varð endiliga skotið ígjøgnum. 

Eftir hetta varð farið í Løkshøll at fagna seinasta skotinum Eysturoyarmegin, har Teitur Samuelsen, stjóri, bjóðaði vælkomin, og eisini var kaffi og kaka at fáa. Heðin Mortensen, landsstýrismaður, helt røðu, og tað sama gjørdu teir tríggir borgarstjórarnir.