* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Skrivstovur hjá Maersk í Brasil kannaðar í mutursmáli

Ákærumyndugleikarnir kannar Maersk og onnur feløg í sambandi við shippingsáttmálar.

Brasilska løgverjan rannsakaði í gjár skrivstovurnar hjá A.P. Møller-Mærsk í Rio de Janeiro og São Paulo. Tað upplýsir høvuðsskrivstovan hjá reiðarínum í Keypmannahavn.

Orsøkin eru kanningar í einum máli um mutur, skrivar Reuters.

- Maersk kann vátta, at brasilska løgverjan hevur rannsakað skrivstovurnar í Rio de Janeiro og São Paulo, sigur felagið.

Reiðaríið sigur eisini, at tað vil samstarva við myndugleikarnar, men felagið ynskir ikki at siga meira um málið.

Ákærumyndugleikarnir í Brasil søgdu mikudagin, at Mærsk og feløgini Tide Maritime og Ferchem eru drigin inn í eitt stórt mutursmál.

Tað snýr seg eftir øllum at døma um svik í sambandi við shippingsáttmálar fyri almenna brasilska oljufelagið, Petrobras.

- Vit kunnu endurtaka, at tað er í stríð við politikkin hjá felagnum, A.P. Møller-Maersk, at handla ímóti øllum sløgum av ólógligheitum, sigur reiðaríið.

Sambært brasilska miðlinum, Folha d S. Paulo, er tað ein røð av mistonkiligum gjøldum uppá í minsta lagi 3,4 milliónir dollarar, sum myndugleikarnir kanna.

Gjøldini eru sambært miðlinum ein partur av 11 Mærsk-sáttmálum við Petrobras, sum hava eitt virði uppá 100 milliónir dollarar – ella 670 milliónir krónur.

Kelda: Shippingwatch