* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Meridian Spirit beint áðrenn fráferðina úr Sabine Pass í Louisiana í Texas mánadagin.

Skulu flyta LNG úr USA til India næstu trý árini

Hesin risin er ikki ókendur um okkara leiðir. Hetta er LNG-tangaskipið Meridian Spirit, sum vit nakrar ferðir hava sæð ligið ólastað á Nólsoyarfirði og bíðað eftir flutningsuppgávum úti í stóru verð. Orsøkin til, at teir valdu at koma til Føroya at bíða, var, at fleiri av yvirmonnunum eru føroyingar.

Meridian Spirit verður tó neyvan at síggja aftur í Føroyum í bræði, tí næstu trý árini fer tað 285 metrar langa og 43 metrar breiða gasstangaskipið at sigla fast millum USA og India við LNG.

Skipið er nú á veg til India á fyrsta túrinum. Teir fóru úr Texas mánadagin.

Hetta er liður í einum 20-ára sáttmála millum LNG útflytaran Cheniere Energy, sum hevur høvuðssæti í Houston í Texas, og indiska LNG-marknaðin, sum er ein av heimsins størstu marknaðum á hesum øki. Sáttmálin umfatar 3,5 miljónir tons av LNG um árið.

Meridian Spirit fer at sigla til og úr India umvegis Suezveitina.

Skipið er bygt í 2010, og skipari er Dánjal Pauli Lisberg úr Havn, ættaður úr Vestmanna.

Kelda: lngworldnews.com o.fl.

sigla