– Arktisku londini og skipaferðsluídnaðurin ynskja at skipa fyri tryggari og umhvørvisvinarligari skipaferðslu í norðurumráðunum. Nýggja átakið kann stuðla upp undir hetta, sigur norski vinnumálaráðharrin Monica Mæland í tíðindaskrivi.

Arbeiðsbólkurin PAME (Protection of the Arctic Environment) undir Arktiska Ráðnum hevur stovnað Shipping Best Practice Information Forum í samstarvi við sjóferðsluídnaðin.

Partarnir hittust fyrstu ferð í London 2. hvítusunnudag 5. juni.

– Stovnanin av hesum átakinum er eindømi í altjóða høpi, og er úrslit av góðum samstarvi millum myndugleikar, vinnuna og granskingarumhvørvið, sigur Monica Mæland.

Kelda: maritime.no