* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sleipibátur kroystur móti bryggjukanti

Kanningar eru settar í verk, eftir at stóra bilaflutningsskipið, CSCC Asia, kroysti ein sleipibát móti bryggjukantinum í Durban.

Søfart skrivar, at sambært einum fjølmiðli á staðnum fekk ongin mein í óhappinum, tí ongin av manningini var staddur umborð á sleipibátinum.

- Sjálv bryggjan fekk skaða, og hol kom á síðuna á sleipibátinum, sum fór at leka, sigur havnameistarin, Nokuzola Nkowane, við miðilin.

200 metrar langa bilaflutningsskipið helt fram á ferð síni, men havnamyndugleikarnir hava sett eina kanning í verk at óhappinum.

CSCC Asia er í handilssigling fyri Höegh Autoliners.

Kelda: Søfart