* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tað kann geva strongd at verða avbrotin ov nógv í sínum arbeiði, vísa kanningar.

Slepp tær undan órógv á arbeiðsplássinum

Teldupostar, telefonir og starvsfelagar, sum krevja okkara uppmerksemi mitt í arbeiðinum, kunnu vera órógvandi. Í seinasta enda kunnu avbrotini enda við ørkymlan og strongd, vísir ein kanning.

 

Tú átti at hugsa teg um, áðrenn tú næstu ferð prikar ein starvsfelaga niður á økslina. Met heldur fyrst um, hvørt tíni ørini eru so týdningarmikil, at tað loysir seg at órógva starvsfelagan miðskeiðis í sínum arbeiði.

 

“Tað kann nevniliga vera rættiliga órógvandi, at avbróta arbeiðið hjá einum starvsfelaga,” sigur Kim Steen Nielsen, sum hevur eina master í sálarfrøði.

 

Hann sigur, at um tú situr og hevur fokus á arbeiðið og verður avbrotin, kann tað ganga long tíð, áðrenn tú kemur uppaftur á tað sama stigið í arbeiðinum.

 

“Tað ávirkar góðskuna og mongdina av arbeiðinum, tú skalt gera restina av degnum,” sigur Kim Steen Nielsen.

 

Kann geva strongd

Amerikanski granskarin, Gloria Mark, hevur kannað, hvussu avbrot í arbeiðinum ávirka fólk. Hon er komin fram til, at avbrot gera, at tú fert at arbeiða uppaftur skjótari, og tað gevur nei-ligar kostnaðir. Hon sigur eisini, at aftaná avbrot í 20 minuttir, kenna starvsfólk seg nógv meira trýst og ørkymlað.

 

Kim Steen Nielsen, sum er løgfrøðingur umframt at hava eina master í sálarfrøði, er ikki í iva um, at avbrot í arbeiðinum eru rættiliga órógvandi.

 

“Avbrotini hava eina nei-liga ávirkan á arbeiðið og á sjálvt nervalagið. Meira trýst, tú kemur út fyri, størri er vandin fyri at fáa strongd. Strongd hevur ta ávirkan, at tú sum heild fært truplari at miðsavna teg og at minnast – og tað er sjálvstyrkjandi, sigur Kime Steen Nielsen.

 

Kelda: Samvirke