
Svenska reiðaríið Concordia Maritime hevur slept ætlanunum at umbyggja nøkur tangaskip hjá reiðarínum til bingjuskip, har inntøkumøguleikarnir eru betri. Ætlanirnar verða sleptar, tí fíggjarliga óvissan er ov stór.
Ætlanin var at umbyggja nøkur av P-Max skipunum til bingju-feederskip við einum kapasiteti upp á 2.100 TEU.
Kanningar, sum Stena Line hevur gjørt, vísa, at umbyggingin er tekniskt gjørlig.
Fleiri sáttmálar eru kortini longur gjørdir um nýggj bingjuskip, men heimsbúskapurin, sum millum annað hevur avbjóðingar av kríggi og ovbyrjaðum veitingarliðum, er og ótrygg, til at gera íløgur í umbyggingar, sambært Concordia Maritime
Kelda: Maritimedanmark