* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Slóðbrótandi oljuútbygging í Barentshavinum seinkað

Tað vóru stór tíðindi í altjóða oljupressuni, tá italska oljufelagið fann Goliat oljukelduna í Barentshavinum norðan fyri Norðurnorra. Hetta var fyrsta veruliga lønandi oljufundið í Barentshavinum.

Felagið gjørdi av at byggja kelduna út, men tað hevur gingið striltið at fáa nýggjastu tøknina uppá pláss. Tí er útbyggingin nógv seinkað.

Talan er um ymsar nýggjar tøkniligar loysnir, sum skulu takast í brúk, ið eftir øllum at døma krevja meira tíð enn roknað við. Avbjóðingarnar hava verið nógvar hjá italska oljurisanum, sum nøkur ár herfyri eisini var partur av leitingini við Føroyar.

Goliat oljukeldan er tann fyrsta, sum verður bygd út í Barentshavinum og er tí eitt pionerprojekt, sum setir stór krøv til tøkniligar loysnir. Ì løtuni verður framleiðsluskip bygt í Suðurkorea. Hetta skal taka sær av oljuni, tá tað kemur so langt. ENI gjørdi fyri nøkrum árum síðani av heldur enn at leggja rørleiðing til lands at taka oljuna upp á staðum og haðani flyta hana á marknaðin.

Goliat sigst ananrs at vera ein einastandandi og slóðbrótandi tøknilig verkætlan. Allar loysnirnar eru skræddaraseymaðar fyri at ganga serstøku krøvunum við kulda og myrkuri á møti. Tøknin, sum er vald at brúka, er fyrsta floks og nakað heilt fyri seg. Pallurin hevur sylindaraskap og eru eisini nógvar avbjóðingar knýttar at tí.

Hóast trupulleikar og seinkingar verður oljuverkætlanin veruleiki og fer sum tann fyrsta at lata dyrnar upp til Barentshavið.

Kelda: oljan.fo