* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norska HAV Design hevur ment ein brunnbát - ella laksaskip, sum norðmenn eisini rópa tað, við heimsins minsta veðurlags- og umhvørvisávirkan. Báturin skal smíðast á Sefine Shipyard í Turkalandi, og Frøy AS skal hava skipið.

 

HAV Design hevur fleiri ára royndir frá granskingar- og menningararbeiði við orkueffektivum skipum. Við hesum nýggja sáttmálanum hava tey tikið allan amboðskassan í nýtslu og hava evnað ein umhvørvis-risa til aling.

 

Úrslitið er minkað veðurlagsútlát, ið er í samsvari við veðurlagsætlanina fyri 2021-2030, sum norska stjórnin legði fram í januar í ár.

 

Seniorsniðgevi í seafood hjá HAV Design, Kjetil Myren, vísir á samspælið millum orkueffektivan skrokk, orkusniðgeving umborð og sylindrisku hugsanirnar, um bera í sær, at tú kanst ferma meira fisk fyri hvørt kubikkið.

 

- Vit minka munandi um orkunýtsluna umborð á skipinum. Tá vit so samstundis kunnu ferma meira burðardyggan fisk í tangunum, so ditta vit okkum at halda uppá, at hetta verður tann brunnbáturin í heiminum við minst veðurlags- og umhvørvismerki fyri hvørt kilo av fluttum laksi, sigur Kjetil Myren.

 

Aftrat størri lastakapasiteti fær nýggja skipið størri dekkspláss til millum annað útgerð til avlúsing. Hydrolicer-skipanin verður metstór og kann viðgera 600 tons av laksi um tíman, og skipanin at framleiða feskvatn at viðgera fiskin við kann framleiða 6.000 tons av feskvatni um samdøgrið.

 

Orkuskipanin umborð byggir á DC-skipan við ravlaði og generatorum, sum koyra variabult. Skipið er eisini útgjørt til nýtslu av veðurlagsnevtralum biobrennievni aftrat ravlaðspakkanum.

 

Kelda: Skipsrevyen / Maritimt