* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Smíða nú størsta fiskiskipið í USA

Amerikanska, Arctic Storm Management Group, letur í løtuni byggja tað, sum verður størsta fiskiskipið í USA. Tað er norska Rolls-Royce, sum hevur sniðgivið, og danska, Carsoe, hevur gjørt verksmiðjuna umborð.

 

Nýggi trolarin verður 100 metrar langur og 21 metrar breiður, og hann verður sostatt størsta fiskiskipið í USA.

 

Skipið, sum fyribils hevur arbeiðsheitið, NVC 336 WP, fer at royna eftir toski og upsa. Og væl útgjørda verksmiðjan, sum danska fyritøkan, Carsoe, hevur gjørt, er serframleidd til júst tosk og upsa.

 

Carsoe er serkøn verksmiðjum til fiskaarbeiði umborð á skipum. Í fjør gjørdi fyritøkan størsta sáttmálan higartil, og hann var uppá 800 milliónir krónur. Og nú hevur Carsoe so aftur gjørt ein góðan sáttmála, hesa ferð við amerikanska reiðaríið, Arctic Storm.

 

Kelda: Skipsrevyen