* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Smíðar ein grønan dreym

Ein norðmaður letur í hesum døgum smíða nýggja blendings reikferðaskip sítt, Seadream Innovation, sum hann sigur skal verða heimsins umhvørvisvinarligasta skip. Og tað verður gjørt saman við norska Enova, sum arbeiðir fyri lægri útláti.

 

- Hetta hevur verið mín dreymur í nógv ár, sigur Brynestad, sum eigur SeaDream Yacht Club. Tað er reiðaríðið, sum stendur aftanfyri nýggja og umhvørvisvinarliga reikferðaskipið.

 

Enova hevur stuðlað ætlanini við 16 milliónum norskum krónum (12 milliónir danskar krónur). Samlaði kostnaðurin er annars 1,5 milliardir norskar krónur (1,13 milliardir danskar krónur).

 

Ravlaðsorka (battaríorka) uppá 5,8 MWh skal setast í skipið, nakað, sum gevur skipinum møguleika at sigla í 3 tímar - bara uppá ravlað.

 

Aftrat ravlaðnum skal ein skipan setast í skipið, sum skal broyta spillhitaorku til streym upp í 150 kWh.

 

Nýggja skipið skal eisini gerast tilreiðar at seta til landstreym.

 

Blendingsskipanin (hybridskipanin) fer at minka útlátið av veðurlagsgassum, og tað fer eisini at minka nýtskuna av diesel.

 

- Haraftrat fara ravløðini eisini at veita okkum eyka trygd um so er, at motorarnir steðga, sigur Brynestad.

 

Kelda: Skipsrevyen