
Tað verður hollendska bjargingarfelagið Smit Salvage, sum skal tøma 46 ára gamla og upptarda oljutangakipið FSO Safer. Við sínum 1,1 milliónum tunnum av ráolju liggur skipið sum ein vandamikil umhvørvisbumba í Reyðahavinum - nakrar fáa fjórðingar úr Yemen.
Smit Salvage byrjar at stabilisera FSO Safer, so tað tolir at verða tømt, uttan at tað hendir størri skaði. Hesin parturin av arbeiðnum fer væntandi at taka fýra mánaðir.
Orsakað av borgarkrígnum í Yemen er 407.000 dwt stóra FSO Safer ikki viðlíkahildið síðan 2015, og vandin fyri álvarsligum oljuleka er stórur.
FSO Safer, sum er smíðaður í 1976, og sum ikki hevur verið viðlíkahildið síðan 2015, hevur fýra ferðir meira ráolju umborð enn Exxon Valdes, sum í 1989 var orsøkin til eina ta størstu umhvørvis vanlukkuna í søguni.
Ætlanin er at flyta 1,1 milliónir tunnur av olju yvir á eitt annað skip, og síðan sleipa FSO Safer til upphøggingar. Samlaða arbeiðið verður mett at kosta einar 115 milliónir dollarar.
FSO Safer hevur ligið slakar 5 fjórðingar út fyri Yemen í meira enn 30 ár.
Kelda: Maritimedanmark