* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
So nógv av manningini umborð á hesum koreiska oyðaranum er staðfest við Covid-19, at ein eykamanning verður flogin til Adenvíkin at sigla skipið heim.

Koronusmittan skal vera komin umborð, tá skipið lossaði vørur í einari havn í Adenvíkini seinast í juni í ár.

 

Suðurkoreiski herurin hevur skrásett higartil størsta smittuútbrotið yvirhøvur, síðan koronusmittan byrjaði at gera um seg. Tað hendir, meðan oyðarin stríðist móti sjórænarum í Adenvíkini.

 

Tað skrivar Reuters.

 

Sagt verður, at meira enn 80 prosent av manningini er staðfest við Covid-19. Sagt verður, at bara 50 av manningini upp á 301 eru staðfest negativ.

 

Sambært verjumálaráðnum í Seul eru tvey hernaðarflogfør send til Adenvíkina, sum liggur millum Jemen og Somalia, at taka manningina heim. Ein eykamanning fer síðan at sigla oyðaran heim til Suðurkorea.

 

Mett verður, at smittaða manningin einki beinleiðis hevur við koronusmittuna í Suðurkorea at gera, tí skipið fór úr heimlandinum longu í februar. Eingin teirra, sum er staðfestur við koronu umborð á oyðaranum, er koppsettur.

 

Ein uppgerð hjá Johns Hopkins Universitetinum vísir, at Suðurkorea hevur skrásett 179.203 fólk við koronu, og 2058 fólk eru deyð í sambandi við Covid-19.

 

Umleið 51 milliónir fólk búgva í Suðurkorea.

 

Kelda: /ritzau/