* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Smuglarar sníktu seg umborð á Svendborg Maersk við 102,4 kilo av kokaini.

Smuglarar sníktu seg umborð á Maersk-skip

Tveir meksikanskir kokainsmuglarar lótust at vera havnaarbeiðarar fyri á tann hátt at sleppa umborð á bingjuskipið, Svendborg Maersk. Tað siga meksikanskir myndugleikar eina viku eftir, at skipið varð kannað. 102,4 kilo av kokaini varð funnið umborð.

 

Tað eydnaðist tveimum monnum at sleppa umborð á Svendborg Maersk, við at lata sum um teir vóru havnaarbeiðarar. Umborð á skipinum goymdu teir seg í einari bingju við 102,4 kilo av kokaini. Ætlan teirra var at sníkja seg úr bingjuni við smuglaragóðsinum, tá skipið aftur kom í havn, við at leypa fyri borð, og síðan verða tiknir uppaftur at fólki, sum hjálptu teimum.

 

Men soleiðis gekk tað ikki, skrivar Maritimedanmark.

 

Interpol hevði fingið eitt prei, og ávaraði myndugleikarnar á staðnum, sum við narkohundum funnu og handtóku teir báðar menninar, upplýsir meksikanska sjóvinnuráðið.

 

Tey 102,4 kilo-ini av kokaini hava sambært blaðnum, El Universal, 1,2 milliónir dollarar í virði, tað eru slakar 8 milliónir krónur.

 

Kelda: TradeWinds og Maritime Danmark