* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

So er Maersk Tankers selt

A.P. Møller Holding (APMH) hevur nú keypt Maersk Tankers og yvirtikið ognirnar í tangaskipareiðarínum frá A.P. Møller – Mærsk.

Tað upplýsir A.P. Møller - Mærsk í eini fráboðan til keypskálan.

Keypið, sum er upp á 1,171 mia. dollarar (7,256 mia. krónur), varð fráboðað 20. september 2017. A.P. Møller – Mærsk ætlar at brúka pengarnar frá søluni til at niðurgjalda skuldina.

- Sum fyrr upplýst verður roknskaparliga ávirkanin frá søluni týdningarleys og fer ikki at ávirka vónirnar hjá APMM til 2017, skrivar A.P. Møller – Mærsk í fráboðanini.

Maersk Tankers fer framvegis at reka virksemi undir egnum navni. Reiðaríið fer somuleiðis at halda fram við at brúka búmerkið hjá A.P. Møller - Mærsk. Sjálvur flotin, sum telur 158 tangaskip, verður lagdur í eitt nýtt samtak við japanska Mitsui & Co. og øðrum ’møguligum partnarum’, sum sagt verður.

Kelda: soefart.dk