* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maersk Pelikan hevur royndarsiglt við snúningsseglum seinasta árið.

So nógv brennievni hava snúnings-segl spart umborð á Maersk Pelikan

Eitt ár eftir at Maersk-skipið, Maersk Pelikan, fekk sett tvey 30 metrar høg snúnings-segl frá Norsepower í skipið, er avgjørt, at seglini skulu verða umborð á skipinum.

 

Eftirmetingin vísir, at tangaskipið í miðal hevur minkað um brennievnisnýtsluna við 8,2 prosentum frá 1. september 2018 til 1. september í ár. Eitt ár, har skipið hevur siglt í bæði tropiskum og arktiskum verðulagi og í sjóøki kring stóran part av jørðini.

 

Sparingin er máld við at samanbera nágreinaðar dátur við útgangsstøði í rakstrinum, áðrenn seglini vórðu sett í skipið. Dátur eru millum annað savnaðar inn umvegis teldugreiningar, og Lloyds Register hevur sum óvildigur eyðgleiðari góðkent (validerað) úrslitini.

 

- Gjøgnum eitt-ára royndartíðina á Maersk Pelikan hevur manningin og operatørar meldað ja-liga aftur um snúnings-seglini, hvussu tey eru at brúka, trygd og avrik undir ymsum umstøðum, sigur Tommy Thomassen, tøkniligur stjóri hjá Maersk Tankers.  

 

Kelda: Søfart