* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norski-kypriotiski miljardingurin John Fredriksen er nr. 3 á listanum yvir heimsins shippingmiljardingar.

So ríkir eru heimsins shipping-miljardingar

Forbes Magazine hevur júst kunngjørt árliga lista sín yvir heimsins ríkastu. Innan shipping er Norra umboðað á listanum við trimum miljardingum, um John Fredriksen, sum nú er kypriotiskur ríkisborgari, verður taldur við. Ein týskari er ovast á listanum yvir tey ríkastu innan shipping.

Danmark hevur átta við á listanum yvir tey 1000 ríkastu í heiminum, men eftir at Mærsk MacKinney-Møller doyði, eru ikki longur danir úr shipping á listanum. Ríkasti danin er sambært Forbes klædnamiljardingurin Anders Holch Poulsen á einum 207. plássi við eini ogn upp á 7,4. mia. dollarar.

Lego-familjan er umboðað av Kjeld Kirk Kristiansen og hansara trimum børnum, sum hvør sær hava eina ogn upp á 5,4 mia. dollarar. Tað røkkur til eitt deilt 351. pláss, men samlaða ognin hevði plaserað tey sum nr. 45.

Inan shipping liggur Klaus-Michael Kuehne ovast á listanum. Hann eigur 53 pst. af Kuehne + Nagel International AG eins og hann eigur ein týðandi part av partabrøvunum í Hapag-Lloyd. Nr. 2 á shipping-listanum eru stovnararnir av Mediterranean Shipping, MSC, Gianluigi & Rafaela Aponte, við eini ogn upp á 9,3 mia. dollarar, meðan John Fredriksen er á triðjaplássi við eini ogn upp á 7 mia. dollarar.

1. Klaus-Michael Kuehne, Týskland - 15,3 mia. dollarar (nr. 91)
2. Gianluigi & Rafaela Aponte, Sveis - 9,3 mia. dollarar (nr. 164)
3. John Fredriksen, Kypros (Norra) - 7 mia. dollarar (nr. 228)
4. Jacques Saade, Frakland - 7 mia. dollarar (nr. 228)
5. Arne Wilhelmsen, Norra - 3,6 mia. dollarar (nr. 629)
6. Kjell Inge Røkke, Norra - 3,5 mia. dollarar (nr. 652)
7. Tung Chee Chen, Hongkong - 2,8 mia. dollarar (nr. 859)
8. Tung Chee Hwa, Hongkong - 2,2 mia. dollarar (nr. 1103)
9. Chang Yun Chung, Singapore - 1,9 mia. dollarar (nr. 1284)
10. Helmut Sohmen, Eysturríki - 1,3 mia. dollarar (nr. 1756)

Ríkastur í heiminum er Amazon-stovnarin Jeff Bezos við eini ogn upp á 112 mia. dollarar. Ríkiligt til at kunna gerast ein týðandi spælari innan shipping, ið sum kunnugt ikki er púra ósannlíkt.

Heimsins nú “bert” næstríkasti er Bill Gates við 90 mia. dollarum, meðan eigarin av íleggingarfyritøkuni Berkshire Hathaway, Warren Buffett, er nr. 3 við eini ogn upp á 84 mia. dollarar.

Kelda: maritimedanmark.dk