* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Søfartens Ledere kærir dóm til hægstarætt

Hóast sjófólk í DIS gjalda inn til pensjón sína umvegis nettolønarskipanina, verða pensjónsútgjøld teirra skattað. Tað verða tey eisini í framtíðini, hevur Eystari Landsrættur avgjørt í einum dómi, sum Søfartens Ledere hevur kært til Hægstarætt.

Søfartens Ledere anker skattedom

”Áskoðanin hjá Søfartens Ledere er, at DIS-sjófólk yvirhøvur ongan frádráttarrætt hava í donsku skattaskipanini fyri pensjónsútgjøld. Tí eiga inngjøldini eisini at vera skattafrí við útgjalding í mótsetning til, sjálvandi, avkastið og rentingina av pensjónsgoymslu teirra.Málið er prinsipielt og av stórum fíggjarligum týdningi fyri limir okkara, og tí skal tað roynast við landsins fremsta dómstól, Hægstarætt”, sigur Fritz Ganzhorn, stjóri í Søfartens Ledere. 

Síðsta mikudag feldi Eystari Landsrættur dóm í einum máli um pensjónsinngjøld í DIS-skipanini, sum Søfartens Ledere hevði reist. Landsrættardómurin fall til fyrmunar fyri Skattamálaráðið.

Málið snýr seg um, hvørt inngjøld til arbeiðsmarknaðarpensjónsskipanir í nettolønarskipanini hjá DIS skulu verða verandi netto ella um tey skulu skattast við útgjalding.

”Vit eru ósamd við løgfrøðiligu metingina hjá landsrættinum av kjarnuni í málinum, tá staðfest verður, at DIS-sjófólk hava ein frádráttarrætt, sum tey væl at merkja ikki kunnu gagnnýta, men sum kortini merkir, at tey skulu rinda skatt av pensjónsinngjøldunum, tá tey fara á pensjón”, sigur Fritz Ganzhorn.

Sambært dóminum hjá Eystara Landsrætti skulu pensjónsinngjøldini hjá DIS-sjófólkum - bæði arbeiðsgevarainngjøld og sokallaða eginískoytið - skattast, tá DIS-sjómaðurin skal hava pensón sína útgoldnað. 

Kelda: Søfartens Ledere