* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Søfartens Ledere leggur saman við felagnum Lederne

Danska fakfelagið Søfartens Ledere verður partur av felagnum Lederne, har fakfelagið hjá donsku navigatørunum heldur fram sum sjálvstøðug serdeild undir navninum Lederne Søfart. 

Tað upplýsa tey bæði feløgini í felags tíðindaskrivi.

Formaðurin í Søfartens Ledere, Bjarne Cæsar Jensen, sigur í samrøðu við ShippingWatch soleiðis um samstarvið:

"Vit hava kannað møguleikarnar fyri at gerast partur í nøkrum størri felagsskapum fyri at fáa sindur meira politiskan pondus. Vit hava verið í sambandi við Lederne áður, men teir hava eisini ment seg síðani, og tað ger, at teir hava pláss fyri okkum undir okkara treytum í dag. Nú kunnu vit koma inn til teirra og gerast eitt sjálvstøðugt felag," sigur Bjarne Cæsar Jensen við ShippingWatch.

Harvið verða teir 4000 limirnir í Søfartens Ledere limaðir inn í Lederne, sum umboðar 105.000 limir.

Samanleggingin skal samtykkjast á einum aðalfundi hjá Søfartens Ledere, sum verður í Nyborg 8. mars, og síðani verður avgerðin send til uratkvøðu millum aktivu limirnar.

Hjá Lederne hevur nevndin fyribils góðkent samanleggingarætlanirnar, meðan endaliga góðkenningin væntandi fæst á einum aðalfundi síðst í mai.

Eftir ætlanini verður samanleggingin veruleiki 1. juli 2018.

Kelda: shippingwatch.dk