* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sofie Maersk maskinbrek á veg til Asia

Danska bingjuskipið Sofie Maersk hevur fingið maskinbrek á veg til Asia, skrivar World Maritime News. Tað 9.160 teu stóra skipið verður togað til Honolulu, har tað verður umvælt.

Bingjuskipið er fulllastað, og bingjurnar verða verandi umborð undir umvælingini. Skipið er bygt í 1989 og siglir á eysturgangandi AC2 tænasturutuni, sum bindur Asia saman við vesturstrondini av Suðuramerika.

Skipið væntast í fyrsta lagi til Qingdao í Kina 8. apríl.

Ikki er greitt, hvat orsøkin var til maskinbrekið.

Kelda: World Maritime News