* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
USS Nevada varð søkt í einari hernaðarvenjing í 1949.

Søguligt herskip funnið á 4 kilometra dýpi

USS Nevada varð latið amerikanska flotanum í 1916, og var við bæði í fyrra og seinna heimsbardaga. Skipið var tað einasta, sum var tilstaðar á tveimum slóðbrótandi hendingum. Nú er tað funnið.

 

Hetta skipið var ígjøgnum so nógvar ógvusligar royndir, at tað varð umrøtt sum skipið, sum var “Too tough to die”.

 

Tað var einasta amerikanska herskipið, sum yvirlivdi álopið á Pearl Harbor, hóast ein torpedo og í minsta lagi seks bumbur raktu tað. Og skipið, USS Nevada, var tískil einasta herskipið, sum bæði var til staðar undir álopinum á Pearl Harbor og á D-degnum.

 

Nú er USS Nevada funnið á gott og væl 4 kilometra dýpi í Kyrrahavinum ikki langt frá Pearl Harbor.

 

Ongin hevur sæð skipið í 70 ár, eftir at tað varð søkt í einari royndarvenjing í 1949.

 

Kelda: Maritimedanmark