* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Søkja um ES-stuðul til elriknar ferjur

Ærø Kommuna fer nú av álvara undir ætlanirnar at menna heimsins fyrstu elriknu ferjur. Danska kommunan hevur júst sent eina umsókn um fíggjarligan stuðul upp á 90 miljónir krónur til ”Vision Grønne Færger” til ES.

Ærø søger EU-støtte til eldrevne færger
Núverandi ferjan

”Fáa vit pengarnar, fara vit eisini at kunna átaka okkum at byggja el-ferjur. Um øll ferjusiglingin kann umskipast til CO2-neutralan flutning, fer tað at muna rættuliga nógv”, sigur verkætlanarleiðarin í Ærø Kommunu, Thomas Estrup, við TV2 Fyn.

Dreymurin er, at Ærø sum tann fyrsta í heiminum fær el-riknar ferjur, ið kunnu sigla longri túrar. Tað finnast longu smærri el-riknar ferjur m.a. í Norra, men tær kunnu bert sigla stuttar farleiðir. Ætlanin á Ærø er, at fýra ferjur skulu sigla í rutusigling millum Ærø og meginlandið, og tær skulu hava streym frá vindmyllunum á oynni.

”Talan verður um eina slóðbrótandi ætlan innan alheims skipaferðslu, tá hetta konseptið verður veruleiki”, sigur Henrik Habbarth Mikkelsen, ið samskipar verkætlanina, við TV 2 Fyn.

Verkætlanin við teimum elriknu ferjunum byrjaði í 2011. Góðkennur ES umsóknina, kunnu fyrstu el-ferjurnar sigla úr Ærø um trý ár. Ærø Kommuna væntar at fáa svar frá ES í juni.

Ístaðin fyri tríggjar stórar dieselferjur verður dentur lagdur á smærri elriknar ferjur við battarírakstri og løðing frá vindstreymi.

Allar ferjurnar á Ærø kunnu fáa streym frá tveimum vindmyllum (2,3 MW) við reinum battarírakstri. Sostatt slepst undan útláti av CO2 og NOx.

El-ferjan tekur 25 bilar við eini manning upp á bert tríggjar, men kann flyta fleiri enn verandi ferjur vegna hægri ferð (styttri siglingartíð). Hon kann sigla 13-15 fjórðingar um tíman.

El-ferjan brúkar undir helvtina so nógva orku sum núverandi tvíburaferjurnar við somu ferð.

Kelda: TV2 Fyn og greenferryvision.dk